Nýggjir kundar á Helios

Nordbil
1. Jan. 2014 byrjaði Nordbil uppá Helios og Notaplantime. Hetta hevur gingið gott og nú
aftaná 3 mánaðir eru teir komnir gott ígongd við at brúka roknskaparforritið.
Hjá Nordbil arbeiða 10 fólk harav 3 eru mekanikarir.

Bilson í Rekjavik
Í februar í ár fingu vit okkara fyrsta kunda í Íslandi. Tað er stóra bilverkstaðið Bilson, sum
liggur í Reykjavík, sum ynskti at fáa Helios og notaplantime fyri at kunna halda gott skil á
teirra arbeiðs uppgávurm. Hjá Bilson hava tey ein stóran verkstað við heili 12 mekanikarum.
Tey hava alla nútímans útgerð fyri at greiða teirra arbeiði væl úr hondum.
Bilson er umboð fyri Volksvagen, Skoda, Audi og Mitsubitsi Motors.

Mekonomen í Tórshavn
Í Apríl 2014 fingu vit eina avtalu í lag við Mekonomen í Danmark og í Føroyum.
Tey vildi endurnýggja teirra forrit og valdi at fáa Helios. Nordik KT er í løtuni
í gongd við at flyta alla data yvir so tey kunnu fara í hált við at brúka Helios.